- Nýggjársrøðan var persónlig, løtt og óítøkilig

01.01.2019 - 13:18
Innlendis
- Nýggjársrøðan var persónlig, løtt og óítøkilig
Tveir boðskapir vóru í røðuni: Vit skulu vera glað fyri tað, vit hava, og útendingar halda gott um føroyingar, sigur Kára B. Jakobsen, retorikkari

Í gjárskvøldið helt Aksel V. Johannesen, løgmaður, sína seinastu nýggjársrøðu í hesum valskeiðnum. Hann legði millum annað dent á góðu gongdina í landinum, og hann hevði eina áheitan til føroyingar.

Kára Bjarnadóttir Jakobsen, retorikkari, helt at røðan var - sum ein nýggjarsrøða skal vera - løtt og persónlig. 

- Løgmaður kom við dømum og søgum, og á henda hátt talaði hann til alt fólkið. 

Kára heldur eisini, at røðan var politiskt - tó ikki so opinlýst. 

- Hann rósar nógv samgonguni fyri tað, sum hon hevur gjørt. Tað ger hann á ein óopinlýsan hátt, har hann nevnir, hvussu gott tað er í Føroyum. Tað skal hann sjálvandi gera, nú tað stundar til val.

Poltisk, tó ikki so opinlýst. Vit hóma væl ein politiskan boðskap í røðuni, tí hann rósar nógv samgonguni fyri tað, sum hon hevur gjørt. Hann nevnir, at vit hava tað gott, og tað skulu vit vera glað fyri, sum hann sjálvandi skal siga nú, tá tað stundar til val. 

Kára Bjarnadóttir Jakobsen sigur at enda, at røðan átti at verið meiri ítøkilig.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011