Ikki í tingbólki men formaður í tingnevnd

Ikki í tingbólki men formaður í tingnevnd
Forkvinnurnar í tingbólkunum hjá samgonguni fara at tosa saman um nevndarval, nú Kristin Michelsen er koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkurin
Løgtingið skal kanska velja allar nevndirnar umaftur.
 
04.01.2019 - 12:42

Forkvinnurnar í tingbólkunum hjá samgonguni fara at tosa saman um møguligt nevndarval, nú Kristin Michelsen er koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum.

Kristin Michelsen fekk tveir nevndarsessir eftir valið í 2015. Hann er í Fíggjarnevndini, og hann er formaður í Rættarnevndini.

Hann bleiv valdur í teir sessirnar sum limur í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. 

Tá vóru 20 fólk í valbólkinum hjá samgonguni, tí Nýtt sjálvstýri, sum flokkurin kallaðist tá, var við, og Annika Olsen var ikki farin úr í Framsókn.

Nú eru 15 fólk eftir í samgonguni, men nú hevur Tjóðveldi sjey tinglimir og Javnaðarflokkurin, sum byrjaði við átta, hevur nú seks.

Á valinum 1.september í 2015 fekk Javnaðarflokkurin 8.093 atkvøður, og hann er framvegis størri enn Tjóðveldi, eftir at Sonja Jógvansdóttur við sínum 1.021 atkvøðum og Kristin Michelsen við 302 eru farin úr samgonguni.

Javnaðarflokkurin fer tá niður í 6.770 atkvøður. Tjóðveldi fekk 6.691 atkvøður á løgtingsvalinum í 2015.

Landsstýrið

Nú Tjóðveldi hevur fleiri tingfólk enn Javnaðarflokkurin, er tosið aftur kyknað um landsstýrið og sessirnar har.

Javnaðarflokkurin hevur umframt løgmann trý landsstýrisfólk. Tjóðveldi hevur trý landsstýrisfólk.

Tá Henrik Old fór frá sum landsstýrismaður, ljóðaði, at Tjóðveldi vildi hava landsstýrisfólkið í samferðslumálum, men tað gjørdist ein javnaðarmaður.

Telvingin um teir 45 nevndarsessirnar verður torfør, tí tað veldst um, hvussu stórir valbólkarnir eru, hvussu nógvar nevndarsessir, teir fáa. 

Tingfundur verður neyvan í januar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084