Norskt felag roynir at keypa Faroe Petroleum

Norskt felag roynir at keypa Faroe Petroleum
Norska felagið eigur nú næstan meirilutan í Faroe Petroleum
DNO vil sleppa í Norðsjógvin gjøgnum Faroe Petroleum.
 
05.01.2019 - 15:39

Norska oljufelagið DNO hevur nú økt sín ognarskap í oljufelagnum Faroe Petroleum og eigur nú 43.8 prosent av felagnum.

DNO hevur fyrr bjóðað 610 milliónir pund fyri felagið, tað eru góðar 5 milliardir krónur, men stjórnin í Faroe Petroleum metir tað boðið verða ov lágt og at tað undirmetur virðið av norðsjóvarvirkseminum hjá Faroe Petroleum.

DNO keypir ognarlutin hjá smærri eigarum í Faroe Petroleum og eygleiðarar siga, at ætlanin hjá DNO er at fáa meirlutan í felagnum, so teir fáa atgongd til virksemi hjá Faroe Petroleum í Norðsjónum. DNO hevur mest virksemi í Miðeystri í løtuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523