Fíggjarstjórin í Bakkafrosti hevur sagt upp

Fíggjarstjórin í Bakkafrosti hevur sagt upp
Gunnar Nielsen, sum hevur verið í Bakkafrosti síðani 2014, vil ikki siga, hví hann hevur sagt upp
Bakkafrost skal hava nýggjan fíggjarleiðara.
 
14.01.2019 - 11:48

Fíggjarstjórin í Bakkafrosti, Gunnar Nielsen, segði upp í gjárkvøldið.

Gunnar Nielsen, sum hevur verið í Bakkafrosti síðani 2014, vil ikki siga, hví hann hevur sagt upp.

Tað er ein persónlig avgerð, sum hann hevur tikið, sigur hann.

Hann sigur, at hann hevur ikki fingið eitt annað starv.

Gunnar Nielsen verður tó í Bakkafrosti til annað fólk kemur í hansara stað.

Gunnar Nielsen, sum er 42 ára gamal, kom í starvið í Bakkafrosti, sum gjørdist leyst, tá Teitur Samuelsen segði upp, tí hann gjørdist stjóri í P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlum.

Gunnar Nielsen arbeiddi tá í Tryggingarfelagnum Føroyum, har hann millum annað var stjóri í TF Íløgum.

Hann var hjá Grannskoðaravirkinum Inpact í tveimum umførum, frá 1999 til 2006 og frá 2008 til 2011. Árini 2006 til 2008 var Gunnar Nielsen fíggjarligur ráðgevi í BankNordik. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928