Landsstýrismálanevndin fundast um Marknagil í dag

Landsstýrismálanevndin fundast um Marknagil í dag
Landsstýrimálanevndin fer í dag at taka støðu til, um hon skal taka upp málið um meirnýtsluna í samband við Skúladepilin í Marknagili.
 
16.01.2019 - 06:25

Klokkan 9 fyrrapartin fer landsstýrismálanevndin á fund at taka støðu til, um nevndin skal upp málið um fyrisitingina hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnuni, av málinum um byggingina av skúladeplinum í Marknagili.

Tað er Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og limur í landsstýrismálanevndini, ið hevur biðið formannin kallað nevndina saman.

Meirnýtsla er staðfest í samband við byggingina, m.a. játtaði Løgtingið 7 milliónir til eina flagtekju, men peningurin var nýttur til okkurt annað.

Nevndin eigur at viðgera um Mentamálaráðið og landsstýriskvinnan hevur hildið sínar eftirlitskyldur og um brot er framt á ábyrgd landsstýrismanna, sigur Annita á Fríðriksmørk í skrivnum til landsstýrismálanevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
HPV kann raka øll
205467
Mikudag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
205464
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313