Landsstýrismálanevndin ger einki við Rigmor

bannari
Landsstýrismálanevndin ger einki við Rigmor
- Hetta er ikki eitt mál fyri nevndina, sigur meirilutin í Landsstýrismálanevndini eftir fund fyrrapartin
Magnus Rasmussen, formaður í Landsstýrismálanevndini
 
16.01.2019 - 11:03

Magnus Rasmussen, formaður í Landsstýrismálanevndini, vísir á, at her er talan um eitt mál, sum hevur verið í løgtinginum. Enntá sum uppskot um misálit á landsstýriskvinnuna.

-Málið vendir øvugt. Tað er viðgjørt í politisku skipanini, og enntá hava limirnir í Landsstýrimálanevndini givið til kennar, hvørja støðu vit hava til hetta málið, sigur Magnus Rasmussen.

-Tað er rættari, at løgmaður kannar málið, tí løgmaður hevur eftirlitsskyldu við sínum landsstýrisfólkum, sigur Magnus Rasmussen.

Magnus Rasmussen hevur alla tíðina verið sannførdur um, at hetta er ikki eitt mál fyri Landsstýrismálanevndina. Tað gjørdi hann greitt í samrøðu við útvarpið 21. desember. Magnus Rasmussen vísti tá til grein-5, stk. 6 í skipanini fyri landsstýrismálanevndina, har tað stendur at "nevndin tekur ikki mál til viðgerðar, tá ið málið snýr seg um, at ein meirútreiðsla er hildin, sum ikki er lógarheimild fyri. Kærur um slík mál verða send løgtingsgrannskoðarnum til víðari viðgerð."

-Løgtingsformaðurin hevur tvær ferðir av tingsins røðarapalli, víst á, at politiska ábyrgdin liggur hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum. Men Rigmor Dam hevur tó ikki tikið avleiðingarnar, hóast landsstýrisfólk áður eru farin frá fyri minni enn hetta, sigur Kári P. Højgaard, varalimur í Landsstýrismálanevndini fyri Jógvan Skorheim.

Annita á Fríðriksmørk vildi hava málið kannað í Landsstýrismálanevndini. Løgtingskvinnan vísir á, at undir orðaskiftinum um misálit á Rigmor Dam 19. desember í fjør varð nevnt, at hetta var eitt mál fyri Landsstýrismálanevndina. Tí valdi hon at leggja málið fyri Landsstýrismálanevndina, har hon sjálv situr.

-Nú verður tað so onkur annar, sum ger hesa kanningina, helst verður talan um uttanhýsis løgfrøði, sigur Annita á Fríðriksmørk.

Aksel V. Johannesen hevur áður sagt, at fer Landsstýrismálanevndin ikki at kanna málið, so setir hann í verk eina kanning.

Spurningurin at kanna er, um landsstýriskvinnan í mentamálum hevur brotið lóg um ábygd landsstýrismanna.

 

Grein-5 í lógini um ábyrgd landsstýrismanna er soljóðandi:

§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

 

Hoyr meira um málið í tíðindunum klokkan 12:20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328