Uppboðssøla at veiða á Flemish Cap verður í januar

Uppboðssøla at veiða á Flemish Cap verður í januar
31. januar verða rættindini at veiða 1276 tons av toski á Flemish Cap seld á uppboði.
 
18.01.2019 - 15:51

Uppboðssølan av rættindum at fiska á Flemish Cap línu verður 31. januar. Fiskaskt skal við línu.

Tað sæst á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.

Talan er um 1.276 tons av toski, sum verða boðin út sum eitt ára rættindi. 

Persónur ella felag, sum í 2019 hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 3 sambært løgtingslógini, kann lata boð inn. 

Uppboðssølan verður skipað sum opin uppboðssøla. Avgerðin er grundað á viðmerkingarnar frá Fiskivinnuráðnum, ið mælti til, at uppboðssølan skal vera opin.

Avgjørt er, at uppboðssølan verður hildin hósdagin 31. januar 2019, kl. 13.00.

Meira sæst á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum, sum er fisk.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264