Spreinging í Meksiko kravt 21 mannalív

Spreinging í Meksiko kravt 21 mannalív
21 fólk eru deyð, og fleiri enn 70 fólk eru særd, eftir at eldur kom í eina oljurørleiðing í meksikanska býnum Tlahuelilpan
 
19.01.2019 - 11:21

Ein spreinging í einari oljurørleiðing í meksikanska býnum Tlahuelilpan seint í gjárkvøldið hevur kravt í øllum 21 mannalív. Harumframt eru fleiri enn 70 fólk álvarsliga særd av brestinum. Tað skrivar altjóða miðlar.

Sambært meksikanskum myndugleikum vóru tað oljutjóvar, sum settu hola á oljurørleiðingina, og hetta er eftir øllum at døma orsøkin til spreinginina. 

Myndir frá staðnum vísa, at fólk samlaðust við rørleiðingina fyri at fylla íløt við olju, sum rann frá rørleiðingini. Stutt eftir kom eldur í rørleiðingina, og fleiri av fólkunum vórðu álvarsliga brend. 

Oljustuldur er eitt alsamt vaksandi fyribrigdi í Meksiko, og tað kostar landinum góðar 3 milliardir dollarar í mistum vinningini, skrivar BBC.com.

Sambært danska kringvarpinum varð eldurin sløktur tíðliga í morgun.

folk_samlast_vid_oljurorleidingina.jpg

Caption: 
Fólk samlast við oljurørleiðingina fyri at fylla íløt við olju. Mynd: SOCIAL MEDIA © Scanpix

eldur og soldátur meksiko

Caption: 
Mynd: OASA © Scanpix

hermenn vogta eldin í hidalgo

Caption: 
Hermenn vaka yvir eldin. Mynd: handout © Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541