Snarfrost tekur ímóti makreli frá Katrini Jóhonnu

Snarfrost tekur ímóti makreli frá Katrini Jóhonnu
Talan er um fyrstu makrellastina frá uppsjóvarskipinum, sum hevur menningarkvotu.
Katrin Jóhanna
Mynd: savnsmynd  
 
20.01.2019 - 15:58

Seinnapartin í morgin fer Snarfrost í Miðvági at taka ímóti fyrstu lastini av makreli frá uppsjóvarskipinum Katrin Jóhonnu, sum hevur menningarkvotu.

Skipið kom á Miðvág seinnapartin við 300 tonsum av makreli, sum eru fiskað í ES-sjógvi.

Avtala við Vestmanna Fiskavirki

Árni K. Dalsgaard, skipari á Katrin Jóhonnu og nevndarformaður í felagnum, sum eigur skipið, sigur, at hetta er ein roynd hjá virkinum at taka ímóti, og eydnast tað ikki virkinum at taka ímóti øllum 300 tonsunum, hevur felagið fingið loyvi at flyta tað, sum loypir av, til Vestmanna Fiskavirki at taka ímóti.

Felagið, sum eigur Snarfrost, eigur helvtina felagnum Kinnfelli, ið eigur Katrin Jóhonnu. 

Sambært loyvinum frá Fiskimálaráðnum kann Katrin Jóhanna fiska tilsamans 1500 tons av makreli í ár, bæði í ES-sjógvi og í føroyskum sjógvi, sigur Árni K. Dalgsaard. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542