Rigmor Dam tekur fulla ábyrgd av játtan til Glasir

bannari
Rigmor Dam tekur fulla ábyrgd av játtan til Glasir
Løgmaður røkir fyribils mentamál í landsstýrinum.
21.01.2019 - 20:48

Rigmor Dam, sum í dag legði frá sær sum landsstýriskvinna í mentamálum, tekur fulla ábyrgd av fíggjarligu heiildini til  Glasir.

Tað segði hon í Degi og Viku í kvøld.

- Skúlin er mín ábyrgd.Eg taki eisini avleiðingarnar av hesum málinum, og leggi frá mær, segði Rigmor Dam, sum var gestur í sjónvarpsstovuni.

Fyribils røkir løgmaður mentamál í landsstýrinum.

Aksel V. Johannesen sigur, at helt Rigmor Dam fram sum landsstýriskvinna í mentamálum, kundi tað forðað fyri, at skúladepilin í Marknagili verður liðugur.

- Tí vóru vit samd um, at hon skal leggja frá sær, sigur løgmaður. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423