Tolllógin óbroytt í átta ár. Skal nú dagførast

Tolllógin óbroytt í átta ár. Skal nú dagførast
TAKS hevur gjørt Fíggjarmálaráðið varugt við, at tørvur er á at dagføra og broyta ávísar ásetingar í tolllógini 
Fíggjarmálaráðið vil hava tolllógina dagførda
 
31.01.2019 - 12:47

Tolllógin skal dagførast og broytast. Galdandi lóg kom í 2011. TAKS hevur gjørt Fíggjarmálaráðið varugt við, at tørvur er á at dagføra og broyta ávísar ásetingar í tolllógini. 

Talan er um ásetingar, sum ikki eru tíðarhóskandi og sum ikki samsvara við galdandi mannagongdir og hvussu tolllógin verður umsitin í dag. Fíggjarmálaráðið hevur nú sent uppskot um broytingar til hoyringar.

Talan er um 11 uppskot um broytingar í tolllógini. Ein broyting er, at tannprotesur sleppa undan tolli eins og allar aðrar protesur, so sum gjørdir armar og bein.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459