Guzman dømdur sekur

Guzman dømdur sekur
Eftir meira enn tríggjar mánaðir í rættinum hevur rætturin í New York dømt meksikanska narkobarónin, Joaquin "El Chapo" Guzman, sekan
 
13.02.2019 - 07:52

Tað skrivar AP-tíðindstovan. Joaquin Guzman var ákærdur fyri millum annað manndráp, at smugla rúsevni, at framleiða kokain og heroin og fyri hvítting.

61 ára gamli "El Chapo" varð handtikin fyri tveimum árum síðani, eftir at hann fimm mánaðir frammanundan var flýddur úr einum fongsli gjøgnum ein tunnil.

Meksikanarin var ákærdur fyri at verða høvuðsmaður í víðagitna Sinaloa-kartellinum, sum sambært ákærununum var størsti narkoveitari á amerikanska marknaðinum.

- Hetta er ein sigur fyri amerikanska fólkið, sum hevur verið plágað so leingi, meðan Joaqin Guzman tjenti miljardir uppá at flyta eitur um landamarkið í suðri, segði økisadvokaturin í New York, Richard P. Donoghue.

56 vitni innkallað

Sambært fleiri altjóða miðlum kann narkobarónurin verða dømdur lívlanga fongsulsrevsing. Hvussu strangan dóm hann fær verður kunngjørt í juni í ár.

Síðani november í fjør hevur ákærin kallað inn 56 familjulimir, handils-tilknýti, kolumbiskar kokain-framleiðarar, smuglarar, leigudrápmenn, bókhaldarar og hjákonur.

Mest sum øll hesi 56 hava sitið í fongsli í USA, og tey vóna helst, at samstarvið við amerikanska ákærumyndugleikan um at búra Guzman inni, fer at geva teimum linari revsing, skrivar AP-tíðindastovan.

Um Guzman

Joaquin Guzman vaks upp í statinum Sinaloa, har hann sum smádrongur arbeiddi á valmuu-akrinum.

Longu sum tannáringur fekk hann sín egna marihuana-akur, og sama við brøðrum og systkinabørnum sínum helt hann leiðina fram og arbeiddi seg upp á toppin í krimminella undirheiminum.

Tá kokain-framleiðarar í Kolumbia síðst í 80'unum fóru at senda vørur sínar gjøgnum Meksiko, gjørdist Guzman serfrøðingur í at grava tunnlar frá Meksiko til USA. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890