Nýtt uppskot: Hetta skal verða lættari

14.02.2019 - 14:25
InnlendisPengar
Nýtt uppskot: Hetta skal verða lættari
Handilsvinnufelagið arbeiðir við einum uppskoti, so fólk kunnu selja allar fløskur á einum og sama stað

Handilsvinnufelagið er klárt við uppskoti til nýggja avreiðingarskipan til tómar fløskur, so at brúkarar sleppa undan at fara fleiri støð fyri at sleppa av við tær.

Nú skal Sirið Stenberg, landsstyriskvinna í umhvørvismálum, taka støðu til um og nær nýggja skipanin skal setast í gildi.

Í uppskotinum hjá Handilsvinnufelagnum stendur, at umframt at gera tað lættari fyri brúkaran at sleppa av við sínar fløskur, er hetta eisini liður í at verja umhvørvið, tí sølan av eingangsíløtum er vaksandi í Føroyum, og tað er ikki gott fyri umhvørvið.

Heilsu- og innlendismálaráðið sigur, at arbeiðssetningur er gjørdur, sum tekur útgangstøði í uppskotinum um nýggja pantskipan hjá Handilsvinnufelagnum. Nevnd skal setast at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418