Skilur ikki atfinningarnar

23.02.2019 - 17:19
InnlendisVinna
Skilur ikki atfinningarnar
Jørgen Niclasen skilur ikki kritikkin frá pørtum av sniðgevara- og klædnaframleiðandi vinnuni um uppskot um MVG frítøku og skattalætta

- Uppskotið um at hækka markið fyri nær mvg skal rindast av heimavirkisvørum - umframt at veita ein skattalætta til heimavirkaðar vørur, er til fyrimuns fyri professionellu klænaframleiðarnar. Tað sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen. 

Partar av sniðgevara og klædnaframleiðandi vinnuni hava funnist hvassliga at uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, fyri ikki at virða, at talan er um eina professionella vinnu.

Trupult við at skilja kritikkin

Jørgen Niclasen hevur trupult við at skilja kritikkin frá pørtum av sniðgevara og klædnaframleiðandi vinnuni í Føroyum.

Tríggjar ferðir hevur Jørgen Niclasen lagt uppskot fram um at hækka markið fyri, nær mvg skal rindast av heimavirkisvørum, umframt at inntøkur yvir 50.000 krónur skulu skattast við 15 prosentum.

Jøgen Niclasen hevur lagt uppskotið fram tríggjar ferði, men tað er fallið hvørja ferð. Men hann ætlar at legga sama uppskot fram eftir valið.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444