Melduródnir kravt 23 mannalív í USA

Melduródnir kravt 23 mannalív í USA
Í minsta lagi 23 fólk hava latið lív eftir at tvær melduródnir raktu Lee-landspartin í gjár, sigur løgreglan í deilstatinum, Alabama
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
04.03.2019 - 09:49

- Umfatandi skaðar eru. Og eg vil lýsa hetta sum katastrofu, tá eg hugsi um, hvørjir skaðar heimini hjá fólki hava fingið, sigur Jay Jones, sheriffur, við AP-tíðindstovuna.

Hús vórðu nærum rivin upp í heilum líki. Melduródnin flutti seg suðureftir Highway 51, og skal hava oyðilagt í 800 metrar ummáli, tá hon fór suðureftir.

Sambært løgregluni hava fleiri børn latið lív.

Fleiri fólk eru ikki komin aftur í aftur.

Millum 5.000 og 10.000 streymkundar hava ongan streym í landspartinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775