Framvegis ongin fiskiveiðiavtala við Ísland

Framvegis ongin fiskiveiðiavtala við Ísland
Tað er ógreitt, nær føroyingar sleppa at fiska aftur í íslendskum sjógvi
 
06.03.2019 - 07:08

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur einki boð uppá, nær føroyingar sleppa aftur at fiska í íslendskum sjógvi.

Bárður Kass Nielsen, løgtingsmaður, spurdi, nær fiskiveiðiavtalan við Ísland fyri árið 2019 er fingin í lag. Høgni Hoydal svarar, at samband er millum partarnar um málið.

Tingmaðurin spurdi eisini, hvørjar avleiðingarnar verða fyri føroyska línuflotan, um hann ikki sleppur í íslendskan sjógv í ár.

Toskurin tvífaldaður síðani 2015

Landsstýrismaðurin svarar ikki beinleiðis tí spurninginum, men hann ásannar, at Føroyar hava í mong ár kunnað fiskað 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi. Toskurin er tvífaldaður síðani 2015 og farin upp í 2.400 tons.

Annars sigur Høgni Hoydal, at samráðingar hava verið við Ísland síðani í fjør summar um eina nýggja rammuavtalu at skipa fiskiveiðisamstarvið eftir, men enn er ikki komið á mál. 

Tingingar hava eisini verið um eina fiskiveiðiavtalu fyri 2019, men heldur ikki er komið á mál í teimum samráðingunum. 

Føroyingar hava eisini kunnað fiskað lodnu í íslendskum sjógvi. Men av tí, at Ísland onga lodnukvotu hevur nú, høvdu føroyingar heldur ikki fingið lodnu í íslendskum sjógvi hesaferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112