#ILLVEDUR: Send okkum tínar myndir av veðrinum

#ILLVEDUR: Send okkum tínar myndir av veðrinum
Hevur tú tikið myndir ella video í ringa veðrinum, ella fert at gera tað seinni? So vilja vit fegin frætta frá júst tær
Soleiðis sá út í Vestmanna fyrr í morgun. Hevur tú eisini tikið myndir, ella fert tú seinni í dag, so vilja vit fegin frætta frá tær
Mynd: Lesaramynd: Barbara Brattaberg  
 
22.03.2019 - 08:14

Vindferðin var omanfyri 50 m/s onkrastaðni fyrr í morgun, og vindurin fer at vaksa uppaftur meir, sum líður á fyrrapartin, sigur danska veðurstovan, DMI.

Hevur tú sæð okkurt, vit eiga at vísa okkara lesarum á kvf.fo, so vilja vit fegin frætta frá tær. Vit vilja eisini fegin frætta frá tær, sum líður á dagin, um tú tekur myndir í ringa veðrinum.

 >> SÍ EISINI #ILLVEDUR: Her eru lesaramyndirnar

Send okkum myndir og upptøkur til news@kvf.fo ella sum boð á facebooksíðuni hjá KvF. Vinarligst skriva, hvar myndirnar eru tiknar.

Seinni verða myndirnar savnaðar saman í eitt myndasavn her á síðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392