Trætan um uppboðssøluavgjøld parkerað

23.03.2019 - 19:10
InnlendisSamfelag
Trætan um uppboðssøluavgjøld parkerað
Manningarfeløgini og Reiðarafelagið hava parkerað eitt trætumál, sum liggur í Fasta Gerðarrættinum, meðan samráðingar eru

Trætumálið um gjøldini, sum reiðarar rinda, tá teir keypa kvotur á uppboðssølu hjá landinum, er loyvdur frádráttur ella ikki, er fyribils tikið aftur úr Fasta Gerðarrættinum.

Trætan snýr seg um, hvørt skipari og manning skulu rinda part av gjøldunum fyri kvoturnar, sum eru keyptar á uppboðssølu hjá landinum ella ikki.

Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum sigur, at orsøkin til, at málið fyribils er tikið aftur, er at sáttmálasamráðingar eru í gongd millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið.

Partarnir eru samdir um at parkera málið, sigur hann.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537