VisitNólsoy og Tórshavnar kommuna tættari samstarv

VisitNólsoy og Tórshavnar kommuna tættari samstarv
Visit Nólsoy og Tórshavnar kommuna hava skrivað avtalu um, at Visit Tórshavn fær stuðulsjáttan fyri at reka virksemi, sum er lýst í einum sáttmála
Visit Nólsoy og Tórshavnar kommuna knýtt tættari samstarv
Mynd: visitnólsoy  
 
24.03.2019 - 10:31

Visit Nólsoy og Tórshavnar kommuna hava skrivað undir avtalu um, at Visit Tórshavn skal fáa stuðulsjáttan frá kommununi fyri at reka virksemi, sum er lýst í einum sáttmála. Endamálið og uppgávan hjá Visit Nólsoy er í høvuðsheitum at vegleiða og hjálpa borgarum og ferðafólki í oynni, og at skipa fyri og samskipa tiltøk.

Í avtaluni verður ásett, at Visit Nólsoy í ár skal virka fyri einum tættari samstarvi við Visit Tórshavn. Tað kunnu vera ítøkilig ferðavinnutiløk, at Visit Nólsoy verður partur av tiltøkum í kommununi, og at Visit Nólsoy, tá tað ber til, eisini verður partur av vinnuferðavinnuni. Visit Nólsoy arbeiðir við at samskipa og menna ferðavinnuna í oynni. Tað verður gjørt í samstarvi við ferðavinnuna í Nólsoy, soleiðis at Visit Nólsoy ikki kappast við verandi ferðavinnutilboð.

At menna ferðavinnuna kann til dømis vera at fáa avtalur í lag við bøndur, um hvussu ferðafólk ganga í haganum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870