Nógv uppskot um viðtøkubroytingar

Nógv uppskot um viðtøkubroytingar
Ársaðalfundurin hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna fríggjadagin 5.apríl skal viðgera níggju uppskot um viðtøkubroytingar
35 fólk eru í umboðsráðnum, sum velur nevndina í P/f Betri.
 
25.03.2019 - 13:07

Ársaðalfundurin hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna fríggjadagin 5.apríl skal viðgera níggju uppskot um viðtøkubroytingar.

Trý uppskot eru frá sjálvum umboðsráðnum og seks eru frá fólkum í umboðsráðnum.
 
35 fólk eru í umboðsráðnum hjá Ognarfelagnum. Tryggingartakarar í Betri velja fólkini í umboðsráðið.

Umboðsráðið velur síðani nevndina í Partafelagnum Betri. 

Endamálið hjá Ognarfelagnum er at umsita stóru ognirnar hjá Betri.

Tað verður gjørt umvegis P/f Betri, sum er skipað sum eitt samtak við móðurfelagi og trimum dótturfeløgum.

Eitt dótturfelag hjá Betri hevur harafturat egið dótturfelag.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659