100 ára minningarhald í Hesti í morgin

100 ára minningarhald í Hesti í morgin
Í morgin verður minningarhald í Hesti í sambandi við, at hundrað ár eru liðin síðan tveir bátar úr bygdini gingu burtur við ellivu monnum
 
30.03.2019 - 16:20

Gudstænasta verður kl. 10.30 við prestunum Hera Joensen, Derhardi Jógvansson og Bergi D. Joensen. Eftir gudstænastuna verður farið norður til minnisvarðan á Hálvmørk. 

 Kelda: Fólkakirkjan.fo

 

Teir, ið sjólótust 1. apríl 1919 - við fýramannafarinum, Hestoyggin, fórust: 

Esmar Poulsen, einkjumaður, 46 ár. 
Hans Poulsen, 46 ár; eftir sótu einkja og trý børn, ein sonur og tvær døtur, sum vóru 14, 11 og 3 ára gomul. 
Johannes Pauli Poulsen, 17 ár (sonur Hans Poulsen). 
Joen Daniel Frederik Danielsen, 45 ár; eftir sat einkja við tveimum døtrum, 6 og 3 ára gamlar. 

Við seksmannafarinum, Roysningurin: 

Joen Joensen, 53 ár; eftir sótu einkja og tríggir synir, sum vóru 18, 13 og 8 ára gamlir. 
Hjalgrim Hentze, 33 ár; eftir sat einkja við tveimum børnum, eini 4 ára gamlari dóttur og einum 1 árs gomlum soni. 
Joen Jacob Thomas Zachariasen, 37 ár; eftir sótu einkja og sonur, sum var 4 ár. 
Samuel Christoffer Johannesen, 17 ár. 
Joen Ferdinand Joensen, 33 ár, ógiftur. 
Antonius Martin Christian Colbjørnsen, 26 ár; eftir sat einkja við 18 ára gamlari dóttur og 17 ára gomlum soni (í fyrru giftu). 
Frants Danielsen, 19 ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050