Íslendskur uttanríksráðharri meldaður

Íslendskur uttanríksráðharri meldaður
Fyrrverandi uttanríkisráðharrin og sendiharrin, Jón Baldvin Hannibalsson, er meldaður fyri at hava framt kynsligan ágang móti m.a. dóttir síni
Aldís Schram Baldvinsdóttir skuldsetur pápan, Jón Baldvin Hannibalsson, sín fyri kynsligan ágang
Mynd: dv.is  
 
31.03.2019 - 17:27

Skuldsetingarnar røkka aftur til 1967, tá Hannibalsson var lærari á Hagaskúlanum. 

80 ára gamli Jón Baldvin Hannibalsson hevur fleiri ferðir sagt, at søgurnar eru sprotnar frá sálarliga sjúku dóttir síni, Aldís Schram Baldvinsdóttir. 

Jón Baldvin hevur verið í andgletti seinastu vikurnar og hevur eisini roynt at vart seg móti skuldsetingum frá m.a. dóttir síni, Aldís, um kynsligan ágang, sum sambært henni byrjaði longu, tá hon var fimm ára gomul. Íslendskir miðlar skriva, at Hannibalsson skal hava roynt at fingið løgregluna at leggja dóttir hansara inn á sálar-sjúkrahús til viðgerðar.

Nýggjur tilburður 

Nýggjasti tilburðurin er nú, ið Carmen Jóhannsdóttir sigur, at Hannibalsson hevur gjørt seg inn á hana heima hjá honum í veitslu í bústaðnum hjá honum í Andalusia í Spania.  Jón Baldvin Hannibalsson hevur víst hesum aftur og vísur til vitni, sum hava váttað, at tey einki hava sæð. Hann sigur í samrøðu við RUV, at veitslan, sum sipað verður til, er berur heilaspuni, og er als ikki sonn. 

Sjey kvinnur hava boðað alment frá, at tær hava meldað Hannibalsson. Tilsamans 23 kvinnur hava skrivað um sínar upplivingar í MeToo-bólkinum á Facebook. 

Jón Baldvin Hannibalson noktar seg sekan í øllum ákærum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647