Fólkatingspengar til føroyskan politikk

04.04.2019 - 09:07
InnlendisPolitikkur
Fólkatingspengar til føroyskan politikk
Sjúrður Skaale heldur ikki, at hann er farin yvir um mark

Starvsfólk hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi hava verið við í arbeiðinum at menna orku- og umhvørvispolitikkin hjá Javnaðarflokkinum í Føroyum. Hetta hóast peningur til Javnaðarflokkin á Fólkatingi hvørki skal fara til valstríð ella til flokkin í Føroyum.

Sjúrður Skaale heldur tó ikki, at hann saman við Javnaðarflokkinum er farin yvir um mark.

Umframt sína løn fáa báðir teir føroysku fólkatingslimirnir áleið 1,7 mió. kr. árliga. Hesin peningurin skal brúkast til rakstur á skrivstovum teirra og til m.a. ymiskt kunnandi og upplýsandi arbeiði. Men í reglunum um, hvat peningurin má nýtast til, stendur millum annað, at peningurin ikki skal brúkast til valstríð og heldur ikki má blandast saman við tí hjá flokkinum.

Í fjør setti Sjúrður Skaale eitt starvsfólk hjá sær at kanna og lýsa ymisk umhvørvisviðurskifti. Hetta úrslitaði í eini frágreiðing uppá 24 síður, ið síðani er vorðin grundarlag undir orku- og umhvørvispolitikkin hjá Javnaðarflokkinum her í Føroyum.

Sjúrður Skaale heldur ikki, at nakar trupulleiki er í hesum, og sigur, at Javnaðarflokkurin má kunna brúka tað arbeiði, sum verður gjørt á Fólkatingi.

Tað er eingin loyna, at peningaliga eru fólkatingslimirnir væl stillaðir samanborið við løgtingslimirnar og politisku flokkarnar her í Føroyum, og tí er spurningurin, hvørt føroysku flokkarnir, sum hava fólkatingslim, hava ein stóran fyrimun framum hinar flokkarnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558