Javnaðarflokkurin: Valið er eisini eitt frával

Javnaðarflokkurin: Valið er eisini eitt frával
Summir flokkar ætla at venda aftur til gomlu fiskivinnuskipanina, men tað verður ikki við Javnaðarflokkinum, sigur flokkurin í landsfundarsamtykt
Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum
 
07.04.2019 - 10:36

Javnaðarflokkurin sigur í síni samtykt frá landsfundinum í gjár, at í valstríðnum, sum stendur fyri durum, er eitt og hvørt val eisini eitt frával.

- Aðrir flokkar hava boðað frá, at vinna teir valið, verða rættindi til minnilutabólkar, sum eru vunnin í hesum valskeiðnum, tikin aftur. Tað verður ikki við Javnaðarflokkinum.

- Aðrir flokkar hava eisini boðað frá, at vinna teir valið, verður nýskipanin av fiskivinnuni tikin aftur, og teir vilja venda aftur til gomlu skipanina. Tað verður ikki saman við Javnaðarflokkinum, stendur í fundarsamtyktini. 

Javnaðarflokkurin sigur, at í mong ár hevur øll politiska skipanin vitað, at tørvur hevur verið á eini nýskipan innan fiskivinnuna, almannaøkið, pensjónsøkið og heilsuøkið.

Eingin samgonga hevur kortini torað at gjørt tað, sum er neyðugt, fyrr enn nú. Og tað er einki minni enn eitt bragd, sigur Javnaðarflokkurin í samtyktini frá landsfundinum í gjár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426