Setrið: løgfrøðin verður í lagi um fimm ár

Setrið: løgfrøðin verður í lagi um fimm ár
Enn er ikki brúk fyri broytingum í rættargangslógini, sum javnstillar føroyska og danska løgfrøðiútbúgving
Fróðskaparsetrið tekur løgfrøðinæmingar í løtuni.
 
10.04.2019 - 13:12

Enn er ikki brúk fyri broytingum í rættargangslógini, sum javnstillar føroyska og danska løgfrøðiútbúgving.

Fyri fyrst hevur Mentamálaráðið góðkent eina føroyska bachelorútbúgving í løgfrøði.

Hon tekur trý ár. Men ætlanin er, at gera eina masterútbúgving eisini, og hon tekur tvey ár.  

Danskt prógv

Eftir hesi fimm árini eru fólk vorðin løgfrøðingar.

Men rættargangslógin, sum er galdandi í Føroyum, sigur, at fyri at kunna arbeiða sum advokatur ella dómari í Føroyum krevst danskt prógv.

Og tað sama stendur í endurskoðaðu lógini, sum nú er til hoyringar.

Tað vil siga, at í løtuni kann løgfrøðiprógv frá Fróðskaparsetrinum ikki brúkast í Føroya rætti.

Um fimm ár

Men tað kann tað um fimm ár, tá tey fyrstu verða liðug, siga tey á Fróðskaparsetrinum.

Løgmansskrivstovan sigur, at Fróðskaparsetrið skal søkja um góðkenning í danska undirvísingarmálaráðnum.

Danska løgmálaráðið er sinnað at broyta rættargangslógina, tá føroyska løgfrøðiútbúgvingin er góðkend í Danmark, sigur Løgmansskrivstovan.

Í løgtinginum

Málið er eisini komið í Løgtingið. Helgi Abrahamsen hevur spurt Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, hvørji rættindi føroyska løgfrøðiútbúgvingin gevur.

Fróðskaparsetrið ætlar at taka 20 næmingar annað hvørt ár til løgfrøðilesturin. Tey fyrstu byrja 1.september.

Upptøkufreistin til kvotu tvey er 15.apríl og til kvotu eitt er hon 1.juli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541