Gott ár hjá Atlantic Airways

Gott ár hjá Atlantic Airways
Avlopið hjá Atlantic Airways eftir skatt var í fjør næstan 13 milliónir størri enn í 2017
 
12.04.2019 - 07:41

2018 var eitt gott ár hjá Atlantic Airways. Felagið hevði 16,2 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, upplýsir felagið í tíðindaskrivi eftir aðalfundin, sum var í gjár.

Tað er munandi betri enn árið fyri, tá avlopið var 3,3 milliónir krónur. Orsøkin til framgongdina var stórur vøkstur í ferðafólkunum til og úr Føroyum og økt leiguflúgving.

308.000 ferðafólk flugu á rutunum hjá Atlantic Airways í fjør, og tað var met, upplýsir felagið í tíðindaskrivinum eftir aðalfundin.

Øll nevndin afturvald

Tvey nýggj flogfør eru á veg í flotan hjá Atlantic Airways. Tað fyrra flogfarið kemur í juni í ár, og tað seinna flogfarið kemur í apríl í 2020.

Byggingin av nýggja Hilton Garden Inn Faroe Islands hotellinum á Staravegnum í Havn gongur sum ætlað og letur væntandi upp á sumri 2020. Nýggja hotellið verður eitt fýrastjørnað hotell við 130 kømurum, ráðstevnu- og fundarhølum og matstovu.

Øll nevndin varð afturvald á aðalfundinum í dag, og Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður. Nýggj starvsfólkaumboð eru Jens Eystein í Løðu og Jóhan Vágadal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928