Samanbrestur millum samgonguna og Laksafoss

Samanbrestur millum samgonguna og Laksafoss
Skal elkervið takast frá Sev og leggjast í sjálvstøðugt felag? Tað er brennandi spurningurin, sum kann elva til samgongukreppu í vikuni
 
22.04.2019 - 09:18

Líka síðani Kristin Michelsen varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum hevur minnilutasamgongan hjá Akseli V. Johannesen løgmanni, havt tørv á atkvøðuni hjá Magna Laksáfoss, uttanflokkatingmanni.

Men mikudagin skal løgtingið viðgera eitt uppskot hjá Magna Laksáfoss, sum hevur við sær eina umfatandi liberalisering av el-framleiðsluni í Føroyum.

Millum annað leggur Laksáfoss upp til, at elnetið verður loyst frá Sev og lagt í eitt sjálvstøðugt felag. Uppskotið hjá Magna Laksáfoss leggur eisini upp til, at lættari verður hjá privatum elframleiðarum at bjóða seg fram at framleiða el frá vatni, vindi, sól, aldu ella sjóvarfalli - í kapping við Sev.

Ikki semja um uppskotið

Samgongan hevur higartil ikki verið fyri einari størri liberalisering av føroyska elmarknaðinum, men tekur samgongan ikki undir við uppskotinum hjá Magna Laksáfoss, uttanflokkatingmanni, so er lítið sannlíkt, at Magni Laksáfoss fer at taka undir við teimum málunum, sum samgongan hevur lagt fyri løgtingið og sum samgongan hevur ætlanir um at fáa samtykt, áðrenn løgmaður skrivar út val. Og samgonguni tørvar atkvøðuna hjá Magna Laksáfoss.  

Sambært in.fo, netmiðlinum hjá Miðlahúsinum, so er ikki semja í samgonguni um uppskotið hjá Magna Laksáfoss. Sambært Eiriki Lindenskov, blaðstjóra í Sosialinum, er sannlíkt, at løgmaður skrivar út val, um tað miseydnast samgonguni at gera eina avtalu við Magna Laksáfoss um uppskot hansara. 

 Magni Laksáfoss hevur ikki hug at gera viðmerkingar til hetta mál í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098