Syrgiligt fyri fólkið í Sri Lanka

21.04.2019 - 18:00
Útheimurin
Syrgiligt fyri fólkið í Sri Lanka
Fólk í Sri Lanka hava verið gjøgnum so nógv, so hetta er syrgiligt fyri tey, sigur Stella Zachariassen, sum er úr Sri Lanka

Yvirgangsatsóknirnar í Sri Lanka komu tæt upp á Stellu Zachariassen. Hon er úr Sri Lanka, men hevur búð í Føroyum í 29 ár.

Mamma Stellu var einans ein kilometur frá spreingingini í djóragarðinum í høvuðsstaðnum Colombo.

- Hetta kom sum eitt sjokk, og er syrgiligt fyri fólkið í Sri Lanka, sum hava verið gjøgnum so nógv, heldur Stella Zachariassen.

Stella Zachariassen greiðir frá, at friður hevur valdað í Sri Lanka í 10 ár, og landið hevur upplivað stóra menning hesa tíðina.

Men yvirgangsálopið skapar ein ótryggleika, ið kann steðga hesari menning.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV