Bussleiðin í Kalsoy ikki nøktandi

22.04.2019 - 18:29
InnlendisSamfelag
Bussleiðin í Kalsoy ikki nøktandi
Tað sigur Olivur Thomsen, stjóri í Visit Kalsoy

Ferðafólkatalið í Kalsoynni veksur, og tað veksur skjótt. Í 2014 vóru 38.335 ferðafólk í oynni. Og fýra ár seinni - í fjør - vitjaðu 57.594 fólk oynna. Hetta er ein vøkstur á 19.259 ferðandi.

Sjálvt um talan er um nógv ferðafólk, so er so at siga eingin trupulleiki at koma út í Kalsoy. Trupulleikin er bussleiðin í oynni.

Frá 1. mei í ár fer bussurin í Kalsoynni at koyra til og frá øllum vanligum rutum hjá Sam. Men meira skal til, sigur Olivur Thomsen, stjóri í Visit Kalsoy.

Sum nú er, eru alt ov nógv ferðafólk, sum vilja hava bil við út í oynna, sum ikki klárar at taka móti so mongum bilum. Tí eigur oyggin at fáa eina hóskandi bussleið, sum koyrir ofta, og sum kann nøkta tørvin hjá teimum ferðandi. Til dømis er ikki møguligt at ferðast við viðføri og barnavogni í bussinum, sum rekur leiðina, og hetta má broytast, sigur stjórin í Visit Kalsoy, og vísir á, at Standferðslan eigur at loysa trupulleikan.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444