Seinasta skotið eysturoyarmegin latið av í dag

Seinasta skotið eysturoyarmegin latið av í dag
Kringvarpið stroymir beinleiðis á netinum, tá síðsta skotið á strekkinum millum rundkoyringina og Rókina verður latið av seinnapartin
Seinnapartin verður síðsta skotið eysturoyarmegin í Eysturoyartunlinum latið av. Kringvarpið sendir beinleiðis á kvf.fo
 
07.05.2019 - 10:42

Klokkan 16:30 seinnapartin í dag verður síðsta skotið í Eysturoyartunlinum á strekkinum millum rundkoyringina og Rókina í Eysturoyartunlinum latið av.

Kringvarpið sendir beinleiðis, tá skotið verður latið av og hátíðarhald verður. Stroymingin verður her á heimasíðuni, og byrjar stutt fyri klokkan 16:30.

Tað verða teir tríggir borgarastjórarnir á Skálafjørðinum, Jóhannus Danielsen, Artur Johansen og Tórbjørn Jacobsen, ið lata seinasta skotið av.

Strekkið millum rundkoyringina og Rókina er 2153 metrar. Gongst sum ætlað, verður síðsta skotið í Eysturoyartunlinum latið av um mánaðarskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846