Framtakið vent í Glasir-hurðini

bannari
10.05.2019 - 07:01
Innlendis›Politikkur
Framtakið vent í Glasir-hurðini
Valevni hjá Framtakinum stendur spyrjandi, tí tað ikki slapp at luttaka í politiskum kjakfundi á Glasi - vegna ófólkaligan atburð
Mynd: Skíggjamynd úr privatari upptøku  

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis slapp ikki at vera við til kjakfundin á Glasi fyrradagin, har allar hinir flokkarnir luttóku, nú fólkatingsvalið er skotið í gongd.

Hetta harmar Arnfinn á Birtuni, valevni fyri Framtakið, sum ikki sigur seg skilja avgerðina. Men spyrst tú tey á Glasir, so er orsøkin einføld.

Valevnið hjá Framtakinum, Arnfinn á Birtuni, hevur tráðfylgt ein av næmingunum, sum eisini var limur í samstarvsnevndini, sum skipaði fyri politiska pallborðsfundinum.

Vildi fáa navnið strikað

Fyrst vóru boðini, at av tí at flokkurin ikki hevur nakað ungmannaumboð, og heldur ongan royndan politikara, so slapp flokkurin ikki at vera við.

Arnfinn á Birtuni ger síðani vart við sína ónøgd. Hann skrivar til forkvinnuna í samstarvsnevndini.

Í samskiftinum millum partarnar sæst, at forkvinnan í samstarvsnevndini, sum er næmingur á Glasir, ger vart við fleiri ferðir, at Arnfinnur á Birtuni skal venda sær til stjóran á Glasi ístaðin fyri seg.

Í samskiftinum sæst eisini, at forkvinnan biður Arnfinn á Birtini um at strika sítt navn á einum tráði á Facebook, har hann hevur gjørt vart við sína ónøgd um at vera útihýstur.

Valevni tráðfylgdi næming

Rektarin á Glasir, Bogi Bech Jensen, vil ikki gera samrøðu; ístaðin hevur hann sent skrivligar viðmerkingar. Hann skrivar millum annað, at tiltakið ikki var alment, tí tað einans var fyri næmingarnar.

Hann skrivar eisini, at ein samd samstarvsnevnd setti sum treyt, at annað umboðið hjá hvørjum flokki skuldi vera ungdómsvalevni.

Víðari stendur, at Framtakið segði seg ikki hava nakað ungdómsvalevni og byrjaði ístaðin at samskifta persónliga við næmingin í Samstarvsnevndini, sum sendi Framtakinum boðini um treytirnar.

– Samskiftið helt á, hóast næmingurin greitt bað flokkin steðga við at skriva til sín og vísti Framtakinum til leiðslu skúlans, skrivar rektarin.

Men heldur enn at virða hetta, helt Framtakið á við at skriva persónliga til næmingin og legði kut úr samskiftinum og navn næmingsins út á Vágaportalin og facebookvanga floksins, skrivar rektarin.

– Eftir hesa tráðfylging av næminginum á Glasi gjørdi Samstarvsnevndin av, at Framtakið ikki fekk umboðan á politiska kjakfundinum. Hetta var teimum fráboðað, skrivar Bogi Bech Jensen millum annað í skrivliga svarinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650