Løkke vil samstarva

bannari
Løkke vil samstarva
Lars Løkke Rasmussen sigur, at hann er opin fyri at fara í samgongu við danska javnaðarflokkin, nú 20 dagar eru til fólkatingsvalið
 
16.05.2019 - 12:07

Hetta er komið fram í sambandi við bókina "Befrielsens Øjeblik", sum snýr seg um politisku hugleiðingarnar hjá forsætisráðharranum seinastu tíðina, og sum í loyndum er skrivað og nú útgivin.

Men fyri at danir skulu fáa eina samgongu við danska javnaðarflokkinum og vinstra, so skal danski javnaðarflokkurin vera við uppá hugskotið, og tað sær kanska ikki so bjart út í løtuni.

Seinast teir báðir flokkarnir vóru í samgongu, var fyri 40 árum síðani, í 1978. Tá var tað Anker Jørgensen, í danska javnaðarflokkinum, sum var forsætisráðharri.

 >> SÍ EISINI Kanning: Dansk Folkeparti minkar niður í helvt

Og tað var so avgjørt ikki væleydnað, sigur Thorsten Borring Olesen, sum er professari og søgufrøðingur á universitetinum í Aarhus.

– Samgongan tá riggaði ikki serliga væl - og hon helt bara í 14 mánaðir, sigur Thorsten Borring Olesen við TV2.

Tó eru summar meira jaligar røddir. Borgarstjórin í Esbjerg kommunu, Jesper Frost Rasmussen, sum er sosialdemokratur, sigur millum annað, at fyrimunurin við samstarvinum er, at flokkarnir kunnu fáa fleiri stórmál samtykt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809