Útboðið verður ikki útsett

25.05.2019 - 13:42
InnlendisSamfelag
Útboðið verður ikki útsett
Útboðið av Bygdaleiðum verður ikki útsett, sigur landsstýrismaðurin í Samferðslumálum.

Útbjóðingin av Bygdaleiðum er útsett einaferð, og tað verður hon ikki aftur, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í Vinnumálum. Vinnuhúsið sigur annars í skrivi, tað sýnist at verða óumhugsað, at koyringin hjá bygdaleiðum er boðin út, nú so stutt upp undir, at koyrandi verður í Eysturoyartunnlinum.  Tá koyrandi verður úr Eysturoynni, er eingin ivi um, at hetta kemur at hava stóra ávirkan á, hvør tørvurin verður á hvørjari leið, t.d. støddin á bussunum, sigur Vinnuhúsið. 
Men landsstýrismaðurin heldur fast um sína avgerð, útboðið verður ikki útsett aftur.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV