Fleiri kvinnur enn áður eru valdar í ES-tingið

Fleiri kvinnur enn áður eru valdar í ES-tingið
Menninir eru tó framvegis nógv fleiri í tali enn kvinnurnar
ES-tingið
 
02.06.2019 - 12:21

Fleiri kvinnur eru valdar í ES-tingið hesaferð enn áður, men hóast tað eru menninir framvegis í stórum meiriluta. Áðrenn valið fyri eini viku síðani vóru 36 prosent av tinglimunum kvinnur.

Nú nærkast talið 40 prosentum, men tað vil siga, at 60 prosent í samveldistinginum eru menn. Hóast meira javna umboðan millum kvinnur og menn eru onnur fólkaræði enn fremri í so máta.

Í Svøríki er kvinnuliga umboðanin ríkisdegnum 55 prosent, í Finnlandi 54, í Fraklandi, Slovenia og Luxembourg 50 prosent og í Bretlandi er talið av kvinnum í Undirhúsinum 47 prosent.

Møguliga ein donsk ES-nevndarforkvinna

Einasta landið, sum als onga kvinnu hevur í ES-tinginum er Kypros. Tað kann henda, at ES-nevndin, sum eisini skal veljast av nýggjum, fyri fyrstu ferð fær eina nevndarforkvinnu.

Danska Margrethe Vestager hevur verið ES nevndarlimur seinasti árini og er vird fyri sítt støðufesti mótvegis stórum alheims fyritøkum, sum hava ilt við at halda kappingarreglurnar og rinda tann skatt Í ES, sum tær eiga.

Aðrar kvinnur verða eisini nevndar, sum kunnu avloysa verandi nevndarformannin, Jean-Claude Juncker, teirra millum franska Christine Lagarde, stjóri í Altjóða valutagrunninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096