Størri valluttøka í ár

bannari
Størri valluttøka í ár
Alt bendir á, at valluttøkan til fólkatingsvalið verður størri í ár
Valluttøka á Fólkatingi síðan 1971
Mynd: Grafikkur: Høgni Magnussen  
 
05.06.2019 - 15:30

Fleiri valstøð hava boðað frá, at fleiri fólk hava verið og sett krossin, ímun til somu tíð fyri fýra árum síðani. Valluttøkan til fólkatingsvalið plagar at vera lítil, men seinastu tvey valskeiðini, er pílurin farin at peika uppeftir. 

Seinasta fólkatingsval øktist valluttøkan úr 59,8% í 2011 til 66,2 % í 2015 - og nú bendir alt á, at alsamt fleiri fólk fara á val í ár.

Valluttøkan til fólkatingsvalið hevur søguliga verið lítil. Tó var valluttøkan heili 90% í 2001. Mett verður, at tað vóru fullveldissamráðingarnar, ið elvdu til stóra sveiggið hetta árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025