Iran vísur aftur skuldsetingini frá USA

Iran vísur aftur skuldsetingini frá USA
USA skuldsetur Iran fyri at hava fyriskipað álopini á tvey tangaskip í Oman-víkini í gjár
 
14.06.2019 - 10:32

Svarið er komið frá einum sendifólki í iranska starvsfólkahópinum í ST í New York.

Eftir álopini í gjár seg amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, at sum USA sær tað, hevur Iran ábyrgdina. 

USA hevur almannakunngjørt eitt sjónband, sum skal prógva hetta. Fleiri lond hava sagt, at tey síggja onga orsøk til at ivast í upplýsingunum frá USA.

Eitt norskt og eitt japanskt felag eiga tangaskipini, og skipini fluttu etanol og metanol, tá tey vórðu álopin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938