Átrokandi tørvur á fleiri námsfrøðingum

19.06.2019 - 18:26
InnlendisSamfelag
Átrokandi tørvur á fleiri námsfrøðingum
Alt ov fá útbúgvin fólk eru um børnini á dagstovnunum. Hetta má og skal broytast, sigur Hildur Patursson, forkvinna í nýggja Dagstovnaráðnum

Nýstovnaða Dagstovnarráðið hevur havt sín fyrsta fund og hevur skipað seg. Hildur Patursson er forkvinna í ráðnum.

Dagsstovnaráðið skal geva kommunum ráð og vegleiðing um námsfrøðiligar spurningar.

Í Dagstovnaráðnum eru umboð fyri Kommunufelagið, Mentamálaráðið, Fróðskaparsetrið, Javnstøðunevndina og Pedagogfelagið.

Tey eru vald fyri trý ár.

Vandi er fyri góðskuni á dagstovnum

Ráðið er samt um, at tilvitskan um týdningin, sum góðir dagstovnar hava, skal styrkjast í almenna rúminum, koma á breddan i politisku skipanini og raðfestast.

Nógvir dagstovnar hava í løtuni sera trupult við at fáa útbúgvið starvsfólk.

Vandi er tí fyri góðskuni á dagstovnaøkinum, um økið ikki verður raðfest í mun til námsfrøðiliga dygd, sigur Dagsstovnaráðið.

Alt ov fáir námsfrøðingar

Forkvinnan í ráðnum, Hildur Patursson, sigur, at í dag hava bert 37% av starvsfólkunum á dagstovnaøkinum útbúgving, og sambært lógini skulu tað vera minst 67% starvsfólk við útbúgving.

Tað er ein trupulleiki, sigur forkvinnan.

Dagstovnaráðið hevur bert havt ein fund enn, men Hildur Patursson ætlar, at ráðið skal koma við sínum fyrsta tilmæli áðrenn nakrar mánaðir.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444