- Tíðindi, mentan og ítróttur
– Sleppi ikki at standa á egnum beinum
22.06.2019 - 14:25
Innlendis›Samfelag
– Sleppi ikki at standa á egnum beinum
Bara ein av næmingunum, sum í dag hevur fingið prógv á Rásini, hevur fingið tilboð um íbúð; hinir eru sleptir uppá fjall
Í dag er ein hátíðardagur á Rásini, sum er ein eftirskúli fyri tey, ið hava menningartarn. Teir átta næmingarnir, sum hava gingið har, fáa prógv eftir tvey ára skúlagongd, har tey hava verið í læru til lívið.
Men tað er ikki bara gleði, sum fyllir á hátíðardegnum í dag. Í ár er tað bara ein næmingur, ið hevur fingið bústað. Hinir næmingarir hava einki tilboð fingið um nakað heim, og tí fyllir stúran og ørkymlan eisini nógv á hátíðardegnum, sigur Erla Marr Erlandsdóttir, sum er ein av næmingunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV