Mugu broyta drykkjuvanar hjá børnum og ungum

Mugu broyta drykkjuvanar hjá børnum og ungum
Drykkjuvanar mugu broytast við eftirlitið, hægri prísum og hægri aldursmarki. Tað er tilmæli hjá danska Vitanarráðnum fyri fyribyrging
 
26.06.2019 - 12:54

Í fleiri ár er rúsdrekkanýtslan hjá donskum ungdómi minkað, men nú er lítil vøkstur aftur at hóma. Í frágreiðing frá Vitanaráðnum fyri fyribyrging er niðurstøðan, at okkurt má gerast við drykkjuvanar hjá børnum og ungum, skrivar Politiken.

Meira enn 8 av 10 dreingjum og gentum hava drukkið rúsdrekka sum 15 ára gomul, og tað er munandi vøkstur síðani 2014, stendur í frágreiðing um rúsdrekkamentan hjá ungum, sum verður almannakunngjørd í dag.

Í frágreiðingini hevur ein bólkur av granskarum og professarum savnað danskar og altjóða kanningar og mátingar í sambandi við sunnari rúsdrekkamentan.

Mæla til at hækka aldursmarkið upp í 18 ár

Fokusøkið í frágreiðingini er drykkjuvanin, har nógv rúsdrekka verður drukkið í einum. Danski ungdómurin er evropameistari í at drekka seg frá viti og skili, men hetta skal nú broytast.

Eitt av týdningarmiklu tilmælunum hjá Vitanarráðnum er at hækka aldursmarkið í Danmark at keypa rúsdrekka upp í 18 ár. Sum er, kunnu 16 ára gomul keypa rúsdrekka, ið er veikari enn 16,5 alkoholprosent. 

Kanning frá 2017, sum danska Krabbameinsfelagið hevur almannakunngjørt, vísir, at 39 prosent av teimum 15-18 ára gomlu seinasta árið hava keypt rúsdrekka, sum tey ikki vóru nóg gomul til at keypa.

Aldursmarkið verður als ikki hildið, men hetta mugu vit kanna, um vit skulu fyribyrgja trupulleikan, sigur Janne Tolstrup í Vitanarráðnum fyri Fyribyrging, við Politiken.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425