Súsanna vann fyrsta føroyska gullið

bannari
Súsanna vann fyrsta føroyska gullið
Súsanna Skylv Sørensen skúgvaði alla mótstøðu til viks, tá hon vann fyrsta føroyska gullheiðursmerkið á Oyggjaleikunum
07.07.2019 - 12:22

Tað var ein rørd Súsanna Skylv Sørensen, sum kom einsamøll um mállinjuna við Merkinum í hondunum.

Áðrenn kappingina var ivi um, hvørt roynda ítróttarkvinnan fór at gera seg galdandi millum tey fremstu, men tað vísti seg skjótt, at hon ætlaði ikki lítið.

Tá svimjingin var liðug var hon á 2. plássi, men súkklaði seg beinanvegin til leiðsluna og helt frástøðuna upp á ein hálvan minutt allar 40 kilometrarnar á hjólum.

Á tíggju kilometra langa renniteininum gjørdist skjótt greitt, at Súsanna Skylv Sørensen hevði meir eftir í tanganum enn, Megan Chapple av Guernsey, ið elti føroyingin.

Súsanna Skylv Sørensen vann til endans greitt, og fyrsta føroyska gullmerkið á Gibraltar var veruleiki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968