Elisabet millum átta tær bestu í longdarlopi

bannari
Elisabet millum átta tær bestu í longdarlopi
Elisabet Holm Simonsen leyp sítt besta lop higartil í longdarlopi . Vindurin undan var kortini so mikil, at lopið ikki telur sum føroyskt met
Símun Christian Olsen
Elisabet Holm Simonsen var glað um avrikið
07.07.2019 - 19:06

Elisabet Holm Simonsen gjørdist nummar átta í finaluni í longdarlopið seinnapartin. 

Hennara besta lop var 5,34 metrar, og tað var nóg mikið til at koma millum átta tær bestu og fáa trý nýggj lop.

Tá eydnaðist kortini ikki at betra um longdina, og tískil endaði føroyski íðkarin nummar átta av 20. 

Tað var fitt av vindi undan - ov nógv til at lopið telur sum nýtt føroyskt met. Metið eigur Elisabet Holm Simonsen sjálv, og tað er 5,19 metrar og varð sett í juni.

Edna Maria Debes tók eisini lut í finaluni, og hennara besta lop var 4,98 metrar, og gav henni eitt 14. pláss. 

Kärt Õunapuu av Saaremaa vann greinina við einum lopi upp á 6,19 metrar. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221