Tunnilsgjald eisini á landi er ein møguleiki

Tunnilsgjald eisini á landi er ein møguleiki
Gjald fyri at brúka tunlar og vegir í Føroyum er eitt uppskot, sum er við í seinna parti av Samferðsluætlanini 2018-2030
Ein møguleiki, sum er nevndur í seinna partinum av Samferðsluætlanini fyri 2018-2030, er at taka pengar fyri brúka bergholini.
 
08.07.2019 - 12:05

Gjald fyri at brúka tunlar og vegir í Føroyum er eitt uppskot, sum er við í seinna parti av Samferðsluætlanini 2018-2030.

Landverk sigur, at er ætlanin at taka í nýtslu gjaldsskipanir og harvið fáa gjaldstunlar, eigur hetta tó at vera væl gjøgnumhugsað. 

Ikki er óhugsandi, at fólk fara at brúka vegirnar í staðin fyri berghol, um gjald verður kravt fyri at brúka berghol.

Og vegirnir eru ikki allir hildnir viðlíka, har sum berghol eisini er.

Gjaldsstøðirnar eiga tí at verða settar soleiðis, at ikki eru aðrar vandamiklar farleiðir at brúka, sigur Landsverk.

Brúkast til undirstøðukervið 

Landsverk mælir staðiliga til, at nýggj avgjøld á bileigarar verða brúkt til at halda undirstøðukervið viðlíka.

Um ætlanin er at arbeiða víðari við tunnilsgjaldi, gjaldsstøðum ella øðrum avgjøldum, mælir Landsverk til, at politisk avgerð verður um meginreglur um, hvussu ein tílík skipan skal byggjast upp. 

Landsverk mælir eisini til tíðaravmarkað avgjøld.

Tað eru avgjøld, sum detta burtur aftur, tá vegurin ella bergholið er goldið.  

Gjaldið kann eisini lækka í framtíðini, um tað verður bundið til at fara til rakstur og viðlíkahald, sigur Landsverk. 

Men Landsverk mælir tó samanumtikið til samhaldsfestið, sum er eyðkenni fyri aðrar verkætlanir í samferðslukervinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507