Bronsu í liðkappingini í badminton

bannari
08.07.2019 - 23:49
Ítróttur
Bronsu í liðkappingini í badminton
Við einum sannførandi 3-0 sigri tryggjaðu føroysku badmintonleikarnir Føroyum enn eitt heiðursmerki

Badmintonleikararnir reistu seg av álvara eftir vónbrotið í hálvfinaluni. Føroyar møttu Isle of Man í kappingini um bronsuna.

 

Bartal Poulsen vann fyrsta dystin

Í fyrsta dystinum skuldi Bartal Poulsen royna seg í einmansleiki. Hann gjørdi skjótt av og vann sera sannførandi 2-0.

Mótstøðumaðurin náddi ongantíð at geva Bartali nakra mótstøðu, og tað var stór frøi millum mongu føroysku áskoðararnar tá Bartal smekkaði seinasta bóltin í gólvið. 

 

Unga Adhia mundi komið í trupulleikar 

Einans 15 ára gamla Adhia Nandi varð tveitt í eldin í einmansleiki hjá kvinnum. 

Hon vann fyrsta settið greitt, og tað sá eisini leingi út til, at hon fór at vinna annað settið. Men kvinnan av Isle of Man bardi seg innaftur í dystin, og vann settið. 

Í triðja settið var leingi javnt, men skjótt dróg Adhia frá og vann dystin. 

Sigurin merkti, at vann Føroyar triðja dystin, so var bronsan komin í hús. 

 

Menninir avgjørdu dystin

Triði dysturin var í tvímansleiki hjá monnum, har Bartal Poulsen og Niclas Eysturoy við sigri kundu tryggja føroysku bronsuna. 

Teir vunnu fyrsta settið 21-18. Men í øðrum setti komu teir trilvandi frá byrjan, og einu løtuna var 11-3 til Isle of Man. Teir komu tó væl við í dystin aftur og eftir lítlari løtu vóru teir á odda 16-15.

Tað gjørdist sera javnt til síðst, men Isle of Man dróg longra stráið og vann settið. Tí varð farið at spæla triðja og avgerandi settið.

Her fylgdust liðini leingi, men Bartal og Niclas hildu høvdið kalt og vunnu 21-16.

Tað tryggjaði Føroyum sigurin og bronsuna. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797