Dømdur lívlangt fongsul pluss 419 ár

Dømdur lívlangt fongsul pluss 419 ár
Høgravíðgongdi maðurin, sum framdi bilálopið í Charlottesville í 2017, er dømdur lívlanga fongsulsrevsing pluss 419 ár
 
16.07.2019 - 16:16

Ein 32 ára gomul kvinna varð dripin í álopinum. Í juni varð 22 ára gamli James Alex Fields í býarrættinum dømdur sekur fyri haturslógarbrot.

Í gjár fall so dómurin í landspartarættinum í Virginia, har tann ungi maðurin varð dømdur fyri dráp og fólkaskaða.

Óávirkaður

Fields hevur viðgingið, at hann við vilja koyrdi bilin inn í eina mannamúgvu. Fólkini gingu mótmælisgongu móti høgra-víðgongdum í býnum Charlottesville í Virginia 12. august 2017.

Í rættinum greiddu vitni frá álopinum, sum hevur givið teimum sálarlig og likamlig mein, eitt nú posttraumatiskt stress, angist og tunglyndi. Men sambært NTB-tíðindastovuni, vísti Fields eingi tekin um, at hann angrar sína gerð.

Dómarin segði í úrskurðinum, at Fields hevur leingi havt sálarligar trupulleikar, men dómarin legði dent á, at Fields hevur verið í viðgerð fyri hetta, og at sálarliga støða hansara er eingin umbering fyri tað sum hann hevur gjørt.

Var bangin

Dómarin vísti eisini á, at eingi prógv eru fyri, at James Alex Fields varð hóttur ella álopin, tá hann koyrdi bilin inn í mannamúgvuna.

Undir rættargongdini segði verjin hjá honum, at Fields var bangin, tí hann hevur sæð ógvusligar samanbrestir millum hvítar nationalistar og antirasistar.

Verjin legði eisini dent á mentalu heilsuna hjá honum og traumatisk barnaár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Leygardag 21. februar
Upp á tá - 200226
204584
Leygardag 21. februar
Vikan 21. februar 2026
204582
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575