Nýggjur stjóri fyri Landsverk settur

Nýggjur stjóri fyri Landsverk settur
Sigurd Leifsson Lamhauge er settur sum stjóri á Landsverki
Sigurd Leifsson Lamhauge, sum áður hevur arbeitt á stovninum, er settur sum stjóri hjá Landsverki
 
18.07.2019 - 12:34

Samd setanarnevnd mælti landsstýrismanninum til at seta Sigurd Leifsson Lamhauge í stjórastarvið, sum 18 onnur eisini søktu.

Nýggi stjórin hevur bundna setningin, at hann skal tillaga og broyta stovnin til nútíðar tørv, menna leiðslu- og fyrisitingarhugburð, og hann skal eisini tryggja og styrkja álitið á stovnin, bæði innanhýsis, millum manna og mótvegis politisku skipanini.

Landsverk hevur verið í stórum ódnarveðri, síðani stjórin varð koyrdur frá, og lyklapersónar meldaðir til løgregluna fyri fíggjargøluna av skúlabyggingini í Marknagili.

Skal endurhugsa tilverugrundarlagið hjá stovninum

Sigurd Leifsson Lamhauge skal eisini standa fyri at endurhugsa sjálvt tilverugrundarlagið hjá Landsverki.

Støða skal takast til hvørjar uppgávur stovnurin  skal loysa, og hvussu tær skulu loysast. 

Eisini skal støða takast til, hvørjir førleikar krevjast á stovninum, og hvussu Landsverk fær sum mest burtur úr teimum.

Hevur áður arbeitt hjá Landsverki

Nýggi stjórin skal lata landsstýrismanninnum í samferðslumálum frágreiðing um hesi viðurskifti í seinasta lagi næsta vár, stendur í tíðindaskrivi frá Samferðslumálaráðnum.

Sigurd Leifsson Lamhauge er útbúgvin verkfrøðingur og Master of Science í management, skrivar Samferðslumálaráðið á heimasíðuni.

Hann hevur áður arbeitt eitt skifti á Landsverki, og hevur annars starvsroyndir sum verkætlanarleiðari í verklags- og byggiverkætlanum í stórum føroyskum og útlendskum fyritøkum, sigur Samferðslumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155