Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív
Enn er óvist, hví ein arbeiðsvanlukka á Glyvursnesi kravdi eitt mannalív í nátt
 
24.07.2019 - 08:46

Ein arbeiðsvannlukka á Glyvursnesi hevur kravt eitt mannalív í nátt. Talan er um føraran á einum dumpara, sum koyrir grót frá grótbrotinum oman ímóti fjøruni, ið hevur latið lív.

Vakthavandi á politistøðini sigur við Kringvarpið, at málið framvegis verður kannað, og enn er ikki er greitt, hví vanlukkan hendi.

Arbeiðseftirlitið ger kanningar

Arbeitt verður alt samdøgrið í grótbrotinum á Glyvursnesi. Vanlukkan hendi klokkan 2:30 í nátt. Tey avvarðandi eru kunnað.

Arbeiðseftirlitið bleiv fráboðað klokkan trý í nátt, og fór á staðið saman við løgregluni klokkan hálvgum sjey í morgun.

Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum sigur, at dumparin nú verður tikin upp og kannaður fyri at vita, um nakað mekaniskt kann vera orsøk til vanlukkuna.


   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961