Leiga prins fyri sjey milliónir krónur

Leiga prins fyri sjey milliónir krónur
Ferjan Prince, sum Strandfaraskip landsins hava leigað til at sigla fyri Smyril, kemur til Føroya 18.september
Prince er ferjan, sum er næst á myndini, kemur til Føroya 18.september.
Mynd: Strandfaraskip landsins  
 
24.07.2019 - 12:38

Ferjan Prince, sum Strandfaraskip landsins hava leigað til at sigla fyri Smyril, kemur til Føroya 18.september.

Ferjan er leigað í fýra vikur fyri 250.000 kr. um dagin. Leigan í 28 dagar er tí sjey milliónir krónur.

Smyril fer til Odense í dokk tann 20.september. 

Miðað verður eftir at hava Smyril aftur í Føroyum, tá heystfrítíðin byrjar. Hon byrjar 12.oktober.

Manningin á Prince verður útlendsk, meðan ferjan er her. Tó verða nakrir føroyingar við, millum annað á brúnni.

Siglir í Miðjarðarhavinum

Prince siglir annars millum Italia og Grikkaland.

Ferjan er skásett á Kýpros, og hon er bygd í Finnlandi í 1974. Tá kallaðist hon Prinsessan Birgitta og reiðaríið Ragne í Svøríki átti hana fyrstu árini.

Prince hevur havt nógv nøvn og hevur siglt fyri nógv feløg í Skandinavia, so sum Color Line, Stena Line og Scandinavia Ltd.

Síðuskrúvur

Prince tekur á leið líka nógv ferðafólk og líka nógvar bilar sum Smyril.

Prince hevur síðuskrúvur bæði aftan og framman.

Skipið var eitt skifti hotellskip hjá oljuvinnuni í Norðsjónum. Í tí sambandi vóru umstøðurnar hjá ferðafólki dagførdar.

Prince fer at sigla tvær ferðir um dagin á Suðuroyarleiðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809