Skulu duga føroyskt fyri at búgva í Føroyum

Skulu duga føroyskt fyri at búgva í Føroyum
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur gjørt eina støðulýsing um integrasjónina í Føroyum
Eina ferð varð gjørt eitt álit, nú er gjørd ein støðulýsing
 
29.07.2019 - 12:51

Mælt verður til nøkur átøk at fara undir skjótast til ber. Fyrstu stigini verða nú tikin til gera integrasjónslóggávu í Føroyum, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Lógin skal áseta treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Slíkt loyvi krevur, at eitt skikkað undirvísingartilboð í føroyskum sum fremmandamáli og føroyskum samfelagsviðurskiftum verður ment.

Námsætlan gerast sum skjótast

Mælt verður nú til seta sum krav fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at tilflytarin hevur lokið prógv í føroyskum máli og samfelagsviðurskiftum.

Ein námsætlan skal gerast sum skjótast um eitt innleiðsluskeið í føroyskum sum fremmandamáli og samfelagsviðurskiftum til vaksin.

Mælt verður eisini til at gera ein skúla við lærarum í føstum starvi at skipa fyri mál- og samfelagsskeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597