– Børnini hjá tilflytarum verða ikki loftað

20.08.2019 - 17:06
InnlendisSamfelag
– Børnini hjá tilflytarum verða ikki loftað
Føroyski fólkaskúlin megnar ikki í nóg stóran mun at lofta børnum hjá tilflytarum. Tað sigur Lena Jacobsen, lærari, sum hevur kannað hetta

Lena Jacobsen, lærari, hevur kannað, hvussu føroyski fólkaskúlin megnar at taka ímóti børnum hjá tilflytarum.Hetta hevur hon gjørt í eini uppgávu á læraraskúlanum. Uppgávan ber heitið "Avbjóðingar hjá tilflytarabørnum í føroysku fólkaskúlunum".

Niðurstøðan er, at fólkaskúlin ikki í nóg stóran mun loftar børnum hjá tilflytarum, ið hava avbjóðingar.

Umframt, at evnið er aktuelt, hevur hetta eisini persónligan áhuga hjá Lenu, tí hon hevur sjálv upplivað, hvussu tað er at vera barn hjá tilflytara. Mamma Lenu er úr Tailandi, og pápin er úr Føroyum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444