Hótt við verkfalli 1. oktober. Krøvini latin í dag

Hótt við verkfalli 1. oktober. Krøvini latin í dag
Í dag fara Súlan, sum er fakfelagið hjá flogternunum hjá Atlantic Airways, og Føroya arbeiðsgevarafelag at handa hvørjum øðrum krøvini um sáttmála
Samráðingar verða nú um flogternurnar hjá Atlantic Airways
 
02.09.2019 - 12:56

Í dag fara Súlan, sum er fakfelagið hjá flogternunum hjá Atlantic Airways, og Føroya arbeiðsgevarafelag, har sum Atlantic Airways er limur, at handa hvørjum øðrum krøvini um nýggjan sáttmála.

Síðani byrja samráðingarnar um nakrar dagar.

FPU, Flyvebranchens Personale Union, fer at hava fólk við samráðingarborðið. Flogternurnar eru eisini limir í FPU.

Onnur fráboðan um arbeiðssteðg er send Atlantic Airways. Sambært henni verður verkfall tann 1. oktober, um ikki sáttmáli er gjørdur tá.

Atlantic Airways sigur, at verkfalsfráboðanin er bara galdandi fyri donsku støðina hjá felagnum, ikki fyri flogternurnar, sum hava støð í Føroyum, og tað hava tær flestu.

Fingið nevnd

Føroya arbeiðsgevarafelag segði seg ikki kunna samráðast við Súluna, tí felagið hevði onga nevnd.

Súlan hevur nú havt eykaaðalfund, og nevnd er vald. Helena Johannesen er forkvinna í Súluni og hinar í nevndini eru Ása Østerø og Dís í Dali Jespersen.

Sáttmáli er fyri flogternurnar. Hann eigur Starvsmannafelagið, men eingin flogterna er limur har longur. Tann sáttmálin er galdandi til 1. november í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558